- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Fyrsti gesturin í Meg minnist í heyst verður Petur Simonsen úr Fuglafirði. Eitt av hansara áhuga-málum er søgan um ítróttin í heimbygdini. Menn spældu fótbólt á sandinum um aldarskiftið 1900, men stovnaðu ikki felag fyrrenn í 1938, tá eiðismenn, leirvíkingar, fuglfirðingar og gøtumenn spældu eina vetrarkapping.Í 1946 fekk felagið navnið Ítróttafelag Fuglafjarðar.
Petur er sonur Sigurð úr Sandavági og Marthu úr Leirvík. Tey fluttu í 1936 úr Vestmanna til Fuglafjarðar. Um sama mundið búnaðist ætlanin um at byggja skipið "Vón" á Tórshavnar Skipasmiðju. Skipið var liðugt í 1940 og var í fyrstani leigað íslendingum.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.