- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Petur Simonsen fór í 1966 til Keypmannahavnar á studentaskúla, og tók prógv í 1969. Tá hevði hann longu funnið saman við Gunnrið úr Havn. Afturkomin til Føroya, fekk hann kjans sum læraravikarur í Skúgvi, har hann var eitt áhugavert skúlaár sama vetur, sum bókin Rannvá hjá Dagmar Joensen-Næs varð lisin í útvarpinum.
Hendan veturin avgjørdi hann at fara at lesa til lærara. Tá liðugt var í 1976, fór hann til Fuglafjarðar at verða lærari í støddfrøði, alis- og evnafrøði og ítrótti. Í 1987 tók Petur við sum stjóri á Landsmiðsstøðini fyri undirvísingaamboð.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.



