- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Alfred Olsen er toftamaður. Bæði pápin Jens Chr. Olsen og mamman Hilda vóru av Toftum. Pápin varð nevndur Jens uppi á Regni. Hilda var úr Túni. Jens Chr. var løgtingsmaður í mong ár. Hann fekk vitjan av fiskimonnum, sum vildu hava hann til Havnar, tá stóra verkfallið var í 1954.
Á Toftum hava pensjónistarnir nógv tilboð. Undirhúsið, har menn hittast, Tilhaldið, har kvinnur hittast og Eldrafelagið, har bæði kvinnur og menn hava atgongd.
Alfred gekk í skúla á Toftum. 14 ára gamal fór hann til skips við. Skipari var bróðurin Jógvan Olsen, sum var tingmaður í næstan 30 ár.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.