- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Dánjal fekk hug at fara út at sigla. Fekk kjans við einum nýbygningi hjá Elite Shipping í Ringkøbing. Fyrst vóru hann og skiparin John á Líknagøtu nakrar mánaðir á skipasmiðjuni í Århus. Fyrsta túrin fóru teir eystureftir og vóru burtur um 3 mánaðir. Fekk aftur tjans við nýggjum skipi, sum fór eystureftir við útgerð til eitt sukurvirki í Indonesia. Triðja ferðin var ruta millum Cuba, Mexico og Ný Funnland.
Landsverk søkti eftir fólki at taka sær av maskinum. Haðani fór Dánjal á Skála Skipasmiðju sum driftsleiðari. Hetta var góð tíð, men í 2006 fekk hann krabbamein.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.