- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Útvarpið fer í summar at senda nakrar av teimum sendingunum, sum í sjeytiárunum vórðu gjørdar runt um oyggjarnar. Lagt verður fyri við trimum sendingum úr Dímun, har Janus í Dímun greiðir frá.
Í teimum fyrru sendingunum verður siglt runt um oynna og í triðju sendingini verður farið niðan til hús, har Kinna í Dímun eisini greiðir frá lívinum í Dímun. Niels Juel Arge gjørdi sendingarnar í 1974.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.





