Millum tøkini

Millum tøkini #2: Samanumtøka av róðrinum í Hvalvík
17-06-2025
Annar FM-róðurin á sundalagsstevnu verður viðgjørdur, har manningarnar hava gjørt ábøtur síðani norðoyastevnu

Ludvík við Stein er vertur í seinna parti, og við honum í studio eru somu viðmerkjarar sum áður – Sarita Kristina Hansen og Magnus Norðberg. Annar FM-róðurin á sundalagsstevnu verður viðgjørdur, har manningarnar hava gjørt ábøtur síðani norðoyastevnu. Eisini verður prátað við Sonju Eysturdal og Sonju Klein úr 5-mannaførum kvinnum, har spenningur er um fyrsta plássið.

 

Millum tøkini

Millum tøkini er kappróðrarsending, sum viðger føroyskan kappróður.

Sendingin, sum er hvønn týsdag eftir FM-róður, tekur samanum og viðger farna róðurin og lítur fram ímóti næstu stevnuni saman við serfrøðingum og gestum.

Vertur er Ludvík við Stein.

Jóansøkuróðurin varð útsettur til sunnudag fyri veður, og nógv gul kort vóru givin. Serfrøðingar: Jannie D. Jacobsen og Sarita K. Hansen. Vertur: Ludvík við Stein
24-06-2025
Annar FM-róðurin á sundalagsstevnu verður viðgjørdur, har manningarnar hava gjørt ábøtur síðani norðoyastevnu
17-06-2025
Fyrsta útgávan av "Millum tøkini" miðsavnaði seg um óvæntaða og nærmast søguliga sigurin hjá Havnarbátinum á Norðoyarstevnu og um at lív aftur er í kappróðrinum í Sumba
03-06-2025