- Tíðindi, mentan og ítróttur
Millum tøkini

Varmakelduróðurin er á breddanum í fjórðu útgávuni av Millum tøkini. FM-stríðið er púra opið í fleiri róðrum, fokus verður sett á kappingina hjá dringjum 17-18 ár, har Fípan Fagra, Royndin Fríða og Drekin eru at kalla javnir. Men hvussu síggja fyrireikingarnar út, nú man er í síðstu vikunum av kappingarárinum. Við stýrisvølin situr Sarita Kristina Hansen, ið er vertur, og í Panelinum hesaferð eru Magnus Norðberg og Jógvan Hans Hansen.

Millum tøkini
Millum tøkini er kappróðrarsending, sum viðger føroyskan kappróður.
Sendingin, sum er hvønn týsdag eftir FM-róður, tekur samanum og viðger farna róðurin og lítur fram ímóti næstu stevnuni saman við serfrøðingum og gestum.
Vertur er Ludvík við Stein.




