Millum tøkini

Millum tøkini #10: Eystanstevnaróðurin
17-06-2026
Ludvík við Stein og serfrøðingarnir Sarita Kristina Hansen og Bogi Olsen viðgera eystanstevnuróðurin og hyggja fram ímóti jóansøku

Kappróðrarárið helt fram við eystanstevnuróðrinum, og Ludvík við Stein og hansara manning, Sarita Kristina Hansen og Bogi Olsen, taka saman um fyrsta FM-róðurin. 

Eisini vitja menn róðursmenninir á Orminun Langa og Havnarbátinum, sum nú hava vunnið eina ferð í part hjá 10-mannaførunum. 

Fleiri aðrir nýggir vinnarar vóru á Skálafirði, og tí er stórur spenningur til jóansøku í Vági, men fer tað at eydnast SSL at fáa øll suður? Alt hetta og meir í sendingini hesa ferð.

Millum tøkini

Millum tøkini er kappróðrarsending, sum viðger føroyskan kappróður.

Sendingin, sum er hvønn týsdag eftir FM-róður, tekur samanum og viðger farna róðurin og lítur fram ímóti næstu stevnuni saman við serfrøðingum og gestum.

Vertur er Ludvík við Stein.

Annar FM-róðurin á sundalagsstevnu verður viðgjørdur, har manningarnar hava gjørt ábøtur síðani norðoyastevnu
17-06-2025
Fyrsta útgávan av "Millum tøkini" miðsavnaði seg um óvæntaða og nærmast søguliga sigurin hjá Havnarbátinum á Norðoyarstevnu og um at lív aftur er í kappróðrinum í Sumba
03-06-2025
  •