- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minibarrin

1992: Tann 6. Okt. var føroyska heimastýrið sett undir umsiting av donsku stjórnini og IMF. Kend løg: 'Friday I'm In Love', 'Fyrstu ferð', 'The Actor', og 'Weather With You''.
Árið er burturav 1992, sum bæði verður umrøtt í hendingum og avspælt í tónleiki í hesi sending; 'Minibarrin - 90'ini í poppi og hendingum'. 1992 var árið, tá gsm-skipanin var tikin í nýtslu, ið eisini merkti, at til bar at senda stutt tekstboð ella sms til onnur við gsm fartelefon, harav Nokia kom við síni fyrstu tað árið, Nokia 1011.

Minibarrin
Hetta er Minibarrin. Hesa ferð við undirheitinum '90'ini í poppi og hendingum'. Plátubarrin er farin í summarfrí, men í hennara stað er komin henda stutta summarsendingin. Nítiárapoppur verður ikki ofta spældur í ymsu plátubarrstættunum, og tí havi eg valt at siga frá hendingum eitt ávíst nítiár, sum í hesum fyrsta føri er 1990.