- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minibarrin

1993-2: Freddie Mercury doyði, og Russland tók hermenninar úr aftur Litava. Kend løg: 'I Will Always Love You', 'Stórasystir og lítlibeiggi', 'The Sign', og 'Living On My Own'.
Hetta er seinni partur um 1993. Seinast var frásøgnin fyri stóran part føroysk, tað verður hon aftur næstu ferð, tá 1994 verður umrøtt og spælt, meðani vit henda lítla tíman mest hoyra um tilburðir úti í stóru verð við onkrum undantaki. Tvey føroysk og nøkur útlendsk løg eru at hoyra í hesi sending.

Minibarrin
Hetta er Minibarrin. Hesa ferð við undirheitinum '90'ini í poppi og hendingum'. Plátubarrin er farin í summarfrí, men í hennara stað er komin henda stutta summarsendingin. Nítiárapoppur verður ikki ofta spældur í ymsu plátubarrstættunum, og tí havi eg valt at siga frá hendingum eitt ávíst nítiár, sum í hesum fyrsta føri er 1990.