- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minibarrin

1994-2: Føroyar vórðu í desembur 1952 lýstar at vera limur í Nato. Kend løg: 'Regulate', 'Vem vet', 'Girls and boys', 'Always', 'Jessie', og 'What's the Frequency, Kenneth'.
Minibarrirnar í ár eru øðrvísi enn onnur ár. Ein kann siga, at eg havi valt at fríska upp minnið um nítiárini. Hetta verður fyrst og fremst gjørt sum ein roynd. Heitið Minibarrin er avleitt av Plátubarrini, sum er seks tímar til longdar, meðani henda summarsendingin varir í ein slakan tíma. Lýst verða føroysk og útlendsk viðurskifti, eins og altjóða hitt verða spæld saman við kendum føroyskum poppsangum.

Minibarrin
Hetta er Minibarrin. Hesa ferð við undirheitinum '90'ini í poppi og hendingum'. Plátubarrin er farin í summarfrí, men í hennara stað er komin henda stutta summarsendingin. Nítiárapoppur verður ikki ofta spældur í ymsu plátubarrstættunum, og tí havi eg valt at siga frá hendingum eitt ávíst nítiár, sum í hesum fyrsta føri er 1990.