- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minibarrin

1995: 5000 føroyingar í arbeiðsførum aldri rýmdu av landinum. Kend løg: 'Alla nátt', 'Kollafjørður', 'Common People', 'Wonderwall', 'Dub-I-Dub', 'Scatman', og 'Stupid Man'.
Nú eru vit komin til ta áttandu Minibarrina í summar. Serligu Minibarrina, skuldi ein kanska heldur sagt, tí hvør sending er um eitt ávíst nítiár í poppi og hendingum ella tónleiki og søgu. Í dag leggja vit dent á 1995, ið ST lýsti at vera ár fyri tolsemi. Og Schengen-skipanin um fría ferðing um landamørk varð sett í gildi í fleiri europeiskum londum.

Minibarrin
Hetta er Minibarrin. Hesa ferð við undirheitinum '90'ini í poppi og hendingum'. Plátubarrin er farin í summarfrí, men í hennara stað er komin henda stutta summarsendingin. Nítiárapoppur verður ikki ofta spældur í ymsu plátubarrstættunum, og tí havi eg valt at siga frá hendingum eitt ávíst nítiár, sum í hesum fyrsta føri er 1990.