- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mono

Í hesari næstu sendingini fara vit til eitt kent navn í Íslandi frá miðskeiðis í sjeytiárunum og langt inn í áttati árini, ja møguliga nakað væl inn í nítiárini eisini. Talan er um Petur Wigelund Kristjánsson.
Abbi hansara var úr Føroyum, búsettist í íslandi miðskeiðis í 1920 árunum og fekk familju har.
Tónleikarin Petur Wigelund Kristjánsson var sonur Erlu Wigelund og Kristján Kristjánsson. Mamma hansara var handilskvinna og pápin var í nógv ár yrkisttónleikari. Hann hevði sum ungur – beint eftir kríggi - nomið sær kunnleika innan saxofon og klarinett í New York´s Juilliard School og soleiðis kom hann at vera partur av tí pulserandi jazz og tátíðar popp tónleiki eftir kríggi. Kristján Kristjánsson var 14 mánaðar í New York og var fullur av orku og hugskotum tá hann aftur var í Reykjavík. Hann stovnaði saman við Svavar Gests ein modernaðan tónleikabólk – talan bleiv um eina sextet – KK Sextett. Hesin bólkur var ein hin fremsti í Íslandi heilt fram til 1961.
Sonur hendan Kristján Kristjánsson og Erlu Wigelund kom soleiðis at vaksa upp við tónleiki og uttan iva hevur Petur W. Kristjánsson fingi bæði íblástur og mong góð frá frá pápa sínum, tí øll árini hann var aktivur í tónleikabólkum, var hann ein Band-leader, altso ein tónleikaleiðari, eins og pápi sín. Sum 14 ára gamal byrjaði Petur í tónleikabólkinum Pops og stutt eftir vóru boð eftir honum frá tónleikabólkinum Náttúra. Náttúra var í Føroyum í 1971 og tá hevði bólkurin fleiri konsertir her.
Petur Wigelund Krisjánsson dámdi sera væl í Føroyum og hann vitjaði fleiri ferðir við ymsum íslendskum tónleikabólkum í sjeyti- og áttatiárunum.
Petur Wigelund Kristjánsson var við í fleiri tónleikabólkum og umframt Pops, Náttúru og Svanfriður kunnu nevnast bólkar sum Pelican, Paradís, Poker, Start, Picasso, Dundrið og Gargið.
Hans Egholm leggur til rættis.
