Mono

Mono: Jóhann G. Jóhansson (4:5)
28-05-2024
Fjórði partur um føroysk ættarbond í íslendskum tónleiki. Hesa ferð einamest um tann progressiva tónleikin, sum sleppur frammat. Her byrjar ættargranskingin vesturi í Vágunum

Hesuferð verður tað einamest tann progressivi tónleikurin ið sleppur frammat, og her byrjar ættargranskingin vesturi í Vágunum.

Oddamaðurin í Íslendska tónleikabólkinum Óðmenn, Jóhann G Jóhannson var av føroyskari ætt.

Av persónligum áðum, valdi Jana Ellefsen í 1920 at flyta til Íslands. Lagnan vildi tað so, at tá Jana hevði starvast í Íslandi eina tíð, hitti hon útgerðarmannin ið hon giftist við, Guðmundur Helga Ólavsson. Tilsamans áttu tey fimm børn og fleiri eftirkomarar blivu tónleikarar

Jóhann Georg Jóhannson, vanliga nevndur Jóhann G varð borin í heim í 1947 og tað var í uttaru Njarðvík at hann koma at vaksa upp. Tað var í skúlatíðini hansara yrkisleið sum tónleikari tók skap. Hann bleiv listamaður burtur av, ein sannur fjøllistamaður

Í 1966 byrjaði hann bólkin Óðmenn, har hann var bassleikari og sangari. Hann gjørdi flestu orð og løg ið bólkurin framførdi.

Eitt nú átti Johann G bróðurpartin av teksti og løgum, tá fyrsti rock-sangleikurin í Íslandi bleiv framførdur, Óðmenn stóðu fyri tónleikinum – hesin leikur nevndist Óli.

Jóhan G hevur omanfyri 14 tónleika útgávur at vísa á umframt at hann hevur luttikið saman við øðrum tónleikarum á hópin á plátum, m.a. var hann eitt skifti, saman við syskinabarninum Jóhann Helgasson partur av bólkinum Poker, har Pétur Wigelund Krisjánsson var headmaður.

Hans Egholm leggur til rættis.

Mynd: Bólkurin Óðmenn. Frá vinstru Jóhann G Jóhannsson, bróðurin Eiríkur, syskinabarnið Valur og Ingibert Jensen, ið eitt skifti var í bólkinum Hljómar. 

Mono

Styttri tónleikasendirøðir og einstakar tónleikasendingar við skiftandi vertum.

Torben Nielsen leggur til rættis.
15-07-2026
Torben Nielsen leggur til rættis.
08-07-2026
Torben Nielsen leggur til rættis.
01-07-2026
Tórður Jóhannesarson leggur til rættis
24-06-2026
Sending við skiftandi vertum
17-06-2026
Tórður Jóhannesarson leggur til rættis
10-06-2026
Tórður Johannesarson leggur til rættis.
03-06-2026
Tónleikasending
29-04-2026
Tónleikasending
15-04-2026
Petur Hentze Niclasen er vertur
08-04-2026
Petur Hentze Niclasen er vertur.
01-04-2026
Tónleika sending við ymsum vertum
11-03-2026