Mono

Mono: Axel Einarsson (5:5)
29-05-2024
Fimti og síðsti partur um føroysk ættarbond í íslendskum tónleiki. Hesa ferð einamest um tónleikaran Axel Einarsson, mannin handan legendariska tónleikabólkin Icecross

Fimta og seinasta Mono sendingingin um íslendskan tónleik, har føroysk ætttarbond hava verið reyði tráðurin. Hendan seinasta sendingin er onki undantak í so máta. Sendingin ferð í høvusheitum at snúgva seg um tónleikaran Axel Einarsson, mannin handan legendariska tónleikabólkin Icecross. Alt byrjaði suðuri í Vági. Jákup Juul og Maria Gunnarstein úr Vági áttu níggju børn - av hesum níggju syskjum, endaðu tríggjar døtur í Íslandi. Johanna Gunnarstein giftist til Vestmannaoyggjarnar. Fredrikka Gunnarstein giftist til Skopunar, men familjan flutti til Íslands í 1964. Fredrikka var mamma Elis Poulsen. Og triðja systurin, Anthonia Gunnarstein giftist til Fauskusfjørðin og fekk hon tvey børn eina gentu og ein drong. Drongurin fekk navnið Axel Pétur Juel Einarsson. Tá Axel var komin til skúlaaldurs flutti familjan til Reykjavíkar, har tey komu at búgva mitt í býnum.

Axel Einarson fekk tíðliga áhuga fyri tónleiki. Hann byrjaði við at leika á bassgittar, men tað var serliga gittarin ið hann varð drigin at. Umhvørvið í Reykjavík ýddi í tónleiki og bólkar stungu seg fram, ein fyri og annar eftir. Axel var partur av einum ótali av bólkum ígjøgnum sítt virkna tónleikalív, tveir teirra vóru Tilvera og Icecross.

Seinnu mongu árini hevur tónleikabólkurin Icecross fingið navnframa støðu í íslendskari tónleikasøgu, orsøkin er LP plátan ið bólkurin fekk útgivið í 1000 eintøkum og sum ber sama navn sum á bólkinum - Icecross.

Hans Egholm leggur til rættis.

Mono

Styttri tónleikasendirøðir og einstakar tónleikasendingar við skiftandi vertum.
Óli Jákup Muller og Brandur Mortensen Nolsøe leggja til rættis
19-03-2025
Óli Jákup Muller og Brandur Mortensen Nolsøe leggja til rættis
12-03-2025
Tónleika sending við ymsum vertum. Niels Uni Dam leggur til rættis hesu ferð
05-03-2025
Niels Uni Dam leggur til rættis
26-02-2025
Niels Uni Dam leggur til rættis
20-02-2025
Niels Uni Dam leggur til rættis
13-02-2025
Petur Hentze Niclasen leggur til rættis
05-02-2025
Petur Hentze Niclasen leggur til rættis
29-01-2025
Petur Hentze Niclasen leggur til rættis
22-01-2025
Vertur er Petur Hentze Niclasen
16-01-2025
Vertur er Petur Hentze Niclasen
08-01-2025
Vertur er Margit Joensen
11-12-2024