Nert ikki við

Vit nerta við at vera foreldur anno 2024
20-06-2024
Hvat inniber tað at vera foreldur anno 2024? Hvussu hevur foreldraskapur broytt seg? Nert ikki við er aftur, hesa ferð nerta vit við tað at vera foreldur anno 2024

Hvat inniber tað at vera foreldur anno 2024? Hvussu hevur foreldraskapur broytt seg gjøgnum árini? Kann man siga, hvat eitt gott foreldur er? Nert ikki við er aftur og í dag nerta vit við at vera foreldur anno 2024.

Kann tað passa? Nert ikki við vendir nú aftur úr dvala aftaná eitt ár við háskúlaferð og øðrum verkætlanum. Og vit hava glett okkum sum smábørn.

Í fyrsta parti av øðrum umfari av nert ikki við, nerta vit við at vera foreldur anno 2024. Vit hoyra søguna hjá 3 ymiskum foreldrum um, hvussu tey uppliva tað at vera foreldur í dag. Persónligu sjónarmiðini eru Annika S. Vang, sammóðir, Eivind Eysturoy, pápi, ið hevur tikið longri barsil við sínum børnum, og Bergljót Debes Hentze, mamma og omma. Síðani tosa vit við Eriku Anne Hayfield, PhD og lektari í samfelagsvísindum, um hvussu foreldraskapur hevur broytt seg gjøgnum árini og avbjóðingarnar við at vera foreldur í dag.

Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

Nert ikki við

Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur eitt persónligt og eitt fakligt sjónarmið. 

Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

Kanning hjá Headspace vísur, at ein av størstu orsøkunum til mistrivna millum ung er búskaparlig viðurskifti. Í dag nerta vit við ung og búskap
13-08-2025
“Eg veit at um eg ikki hevði runnið vekk, so hevði eg ikki verið her í dag.” Í dag nerta vit við barnaheim
30-07-2025
Vit tosa ofta um stóra nýtslu av skermum hjá børnum og ungum, men hvussu sær skermnýtslan út hjá vaksnum? Eru tey betri ella í veruleikanum líka ring?
23-07-2025
Hví eru vit ótrúgv? Kann man vera kensluliga ótrúgvur? Hví velja vit at opna okkara parløg? Í dag nerta vit við ótrúskap
16-07-2025
"Hvønn dag skammaðist eg um, at eg ikki hevði tað sama sambandið við dóttrina sum hini. Eg græt bara." Í dag nerta við við føðitunglyndi
25-06-2025
Hvussu skulu vit bera okkum at, tá óttin um okkara framtíð og veðurlag tekur so nógv yvir, at alt annað kennist líkasælt? Í dag nerta við við veðurlagsótta
24-06-2025
Hvørjar fordómar eru áhaldandi um fólk við autismu, bæði í størri høpi og í sosialum samanhangum? Hvat passar og hvat passar ikki? Í dag nerta vit við autismu
18-06-2025
“Eg hugsi mest tá eg fylli. Tí tá veit eg eisini sum mamma, at tað gloymir man ikki. Tá veit eg í hvussu er, at tað er onkur sum hugsar um meg onkustaðni”
11-06-2025
Tá ið vit tosa um persónleikaórógv raka vit djýpri, tí tað gerst persónligt. Vit fara frá at tosa um tekin til hvønn persónleika vit hava
04-06-2025
Hvørjar fordómar hava vit áhaldandi um sálarsjúku og psykiatri? Í dag nerta vit við stigma og fordómar anno 2024 sent frá Altjóða Sálarheilsudegnum 2024
12-10-2024
"Á summar háttar kann tað samanberast við kvinnur, ið eru útsettar fyri harðskapi. Isolatiónin, manglandi fatanin og skommin er ólivilig"
22-08-2024
Hvat er einsemi? Hvat er munurin millum at kenna seg einsamalla/n og vera fyri seg sjálva/n? Hví kenna so nógv seg einamøll í dag? Í dag nerta vit við einsemi
15-08-2024