- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nert ikki við

Fleiri og fleiri kvinnur fáa viðgerð fyri barnloysi. Í sendingini í dag snakka vit við eina av teimum, Hanna-Mai Elinardóttir Heldarskarð. Hanna-Mai fortelur um viðgerðina og hvussu hon hevur ávirkað hana.
Síðani tosa vit við tveir serfrøðingar. Fyrst kemur lækni í kvinnusjúkum, Katrin Kallsberg, at fortelja um viðgerð fyri barnloysi. Síðani kemur Turið Hermannsdóttir, phd í antropologi at snakka um móðurskap.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

Nert ikki við
Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligt og ein fakligt sjónarmið.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.