- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nert ikki við

Í dag nerta vit við trúgv og sálarheilsu.
Vit snakka við tveir ungdómar, Saru Johansen Christansen, ið er muslim, og Róa Sørensen, ið er kristin, um hvussu teirra trúgv ávirkar teirra sálarheilsu.
Síðani tosa vit við Derhard Jógvansson, prest, ið snakkar um hvussu man arbeiður við og snakkar um sálarheilsu sum prestur. Eisini fortelur hann um nýggju kjatt ráðgevingina hjá prestunum, salarrokt.fo.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

Nert ikki við
Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligt og ein fakligt sjónarmið.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.