- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nert ikki við

Í dag nerta vit við arkitektur, list og sálarheilsu. Vit tosa um hvussu arkitekturur og list kann ávirka okkara sálarheilsu og hvat er týdningarmikið at hugsa um, tá ið vit velja hvussu psykiatri og annað skal síggja út. Vit tosa m.a. um nýggja H-bygningin. Kann opinleiki skapa stigma?
Hetta er ein eitt sindur øðrvísi partur, tí í dag hava vit einki persónligt sjónarmið, men tvey faklig sjónarmið.
Vit snakka við listakvinnu Guðrið Poulsen og arkitekt Jóannes B. Lamhauge.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og Bjørt Lind

Nert ikki við
Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligt og ein fakligt sjónarmið.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.