- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nert ikki við

Í dag nerta vit við einsemi í skipanini. Hetta er eisini seinasti parturin í hesum umfari. Hvussu er at leita sær sálarliga hjálp í almennu skipanini í Føroyum? Hvussu ávirkar tað okkum, tá ið vit ikki kenna, at vit fáa tað hjálp, ið vit hava tørv á?
Vit snakka við Brynhild Bláhamar, ið hevur verið í skipanini sum mamma at barni, ið stríðist sálarliga.
Síðani tosa vit við Elisabeth Gaard og Ninu Mikkelsen frá Sernám um teirra leiklut í skipanini og um hvussu tey vanliga bera seg at, tá ið tey skulu viðgera eina sak um eitt barn, ið stríðist sálarliga.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

Nert ikki við
Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur eitt persónligt og eitt fakligt sjónarmið.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.









