- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nert ikki við

Nert ikki við vendur aftur gjøgnum summarið aftaná eitt ár í dvala og í dag nerta vit við persónleikaórógv.
Vit snakka við Albertu Mc. Leod Jacobsen, sersálarfrøðing á Barna- og ungdómspsykiatriini, um hvat persónleikaórógv er og hvussu man útgreinar fyri tað.
Síðani tosa vit við Marin Magnusardóttir Østerø, námsfrøðing á Bú- og viðgerðarstovninum Hornið, um hvussu tey arbeiða við fólki við persónleikaórógv á stovninum.
Fyri fyrstu ferð hevur tað ikki borið til at finna eina persónliga søgu. Vit tosaðu við fleiri, ið ynsktu at úttala seg men í síðsta enda ikki tordu, tí tey vóru bangin fyri stigmaðinum. Tað týður tó á, at vit hava rakt okkurt og tí halda vit tað er týdningarmikið at tosa um, hví tað er so.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

Nert ikki við
Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligt og ein fakligt sjónarmið.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.