- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Tríverkið verður til eitt fýrverk. Tað kemur fram í hesi samrøðuni, har vit tosa við Jóanes Nielsen, rithøvund, um skaldsøguna Jarðarferðin. Ætlanin var, at hetta skuldi vera tann triðja og síðsta bókin í heildarverkinum, sum byrjaði við Brahmadellunum, men nú er neyðugt við einum bindi afturat, sigur høvundurin.
Bókin snýr seg um vinalagið millum Eigil Tvibur og dvørgin Symfor Thomsen, sum doyr í Shanghai, hagar teir báðir vóru farnir at finna familjurnar hjá teimum fiskimonnum, sum brendu til deyðis á einum føroyskum trolara.
Eigil arvar dagbókina hjá dvørginum, og dagbókin verður brúkt til at ferðast í tíð og siga frá Symfori og hansara eygleiðingum.
Í samrøðuni verður tosað við Jóanes um nýggju skaldsøguna, men vit seta hana eisini í samanhang við hansara ritverk yvirhøvur, síðan hann gav sítt fyrsta yrkingasavn, Trettandi mánaðin, út í 1978.
Øll samrøðan kann hoyrast her.
