- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

- Eg hugsaði, at eg við hesum savninum skuldi draga samanum.
Soleiðis sigur Jóanes Nielsen millum annað í hesi samrøðuni, har hann eisini lesur tríggjar av yrkingunum í hansara tíggjunda yrkingasavni, sum kallast Rakkaljóð.
Í yrkingasavninum eru aftur fleiri yrkingar, har Jóanes Nielsen heilsar fólkum, sum eru farin, tí, sum hann sigur, hann hevur altíð verið hugtikin av deyðum fólkum. Ein teirra er Ebba Hentze, sum hann meistarliga heilsar við yrkingini 311846 - og samanber við Arethu Franklin.
Jóanes viðgongur, at hann sjálvur spakuliga er farin at siga lívinum farvæl.
- Tá man er 67, so hevur man statistiskt sæð ikki so nógv ár eftir. Um man so hoyrir til statistikkin ella undantøkini, tað havi eg ikki ánilsi av, men tað var ætlanin við hesum savninum at draga samanum.
Hoyr alla samrøðuna við Jóanes Nielsen her.

Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.









