- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Hann ger ikki nógv hóvasták burturúr sær, men tá tað snýr seg um tónleik, og serliga kórtónleik, er hann kanska tann, sum hevur verið virknast í landinum seinastu mongu árini. Vit vitja Kári Bæk, sum bleiv sjeyti herfyri.
Eitt eyðkennislag skal hóska til innihaldið, fáa fólk at minnast og tola at vera spælt aftur og aftur. Vit tosa við Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðing, um jinglur, nú sendingin hevur fingið nýtt eyðkennislag, sum Leivur Thomsen hevur gjørt.
... og so loka vit sum vant vikuna við einum fríggjadagspriki frá Jákupi Veyhe
Hoyr alla sendingina her.

Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.









