- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

”Kjarr” eftir Rakel Helmsdal er skaldsøga um Lauru, sum finnur eina beinagrind. Beinagrindin sendir hana út á eina ferð gjøgnum Evropa at leita eftir svarum. Á ferðini fær lesarin so við og við innlit í trupla uppvøksturin hjá Lauru. Vit tosa við Rakel um nýggju bókina.
Vísindavøka varð hilin í dag á Vestaru bryggju. Vit sendu beinleiðis frá snarframløgunum hjá fýra granskarum, eins og vit tosaðu við Sámal Trónd Finnson Johansen, stjóra á Tjóðskjalasavninum, ið samanbar verandi coronustøðu við meslingafarsóttina í Føroyum í 1846.
Hoyrið sendingina her
ES: Vinnarin av snarframløgunum bleiv Súsanna Poulsen, Umhvørvisstovan, við røðuni: Luftkanningar hjá Umhvørvisstovuni
