Nón

Samanseting av samtíðarlist er sum grundgransking
01-12-2020
Framsýningin "Samrøður um mjørka" kann síggjast á Norðuratlantsbryggjuni til 21. februar

Á stóru listaframsýningini "Samrøður um mjørka - list í Føroyum í 21. øld" við føroyskum, bretskum og donskum listafólkum, sum øll taka støði í Føroyum á onkran hátt, valdi Kinna Poulsen at seta saman verk frá hesi øldini, sum kunnu samskifta ella samrøða á onkran hátt.
- At arbeiða við so nýggjari list, sum talan er um her, er eitt slag av grundgransking, tí vit eiga so at siga onga gransking av list, sum tekur støði í hesi øldini, sigur Kinna Poulsen, kurator.

Hoyrið samrøðuna við Kinnu Poulsen her


Málningurin omanfyri: Rannvá Kunoy: After History.

Myndafólk: Torben Eskerod


Luttakandi listafólkini á framsýningini eru:
Rannvá Kunoy, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Randi Samsonsen, Dennis Agerblad, Svend-Allan Sørensen, Alda Mohr Eyðunardóttir, Julie Sass og Steinprent, Færøernes grafiske værksted (Claus Carstensen, Ian McKeever, Mie Mørkeberg, Knud Odde, Bjarne Werner Sørensen, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Silja Strøm, Fríða Matras Brekku, Bjørn Nørgaard, John Kørner, Anna Seppälä, Zacharias Heinesen, Zven Balslev, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Øssur Johannesen, Carl Jóhan Jensen, Peter Laugesen, Tóroddur Poulsen, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Jonas Hvid Søndergaard, Erik Heide, Kathrine Ærtebjerg, Kirstine Roepstorff og Margrethe Odgaard).

Fyrilestur um framsýningina, sum Kinna Poulsen helt, tá framsýningin lat upp, kann síggjast HER

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.

Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
 

Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022