- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

- Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Orðini hjá Torleik Mortensen, formanni í Føroya tónleikarafelag, lýsa væl støðuna í føroyskum tónleiki beint nú.
Hóast krúnuárið hevur verið kaotiskt, so hava tónleikarar og tónleikavinnan verið serstakliga kreativ hetta seinasta árið, og nógv spennandi er komið burturúr. Millum annað eru nógv nýggj ung tónlistafólk í uppskoti, nú FMA - Faroese Music Awards - verður hildið um vikuskiftið.
Vit taka temperaturin í føroyskum tónleiki, nú FMA stundar til, saman við Torleik Mortensen, Marionnu Winther Nagata og Knút Háberg Eysturstein.
Hoyr alla samrøðuna

Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.









