
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Hvussu høvdu Føroyar sæð út, um einki seyðabit var? Hvussu við djóralívi, plantulívi og gróðri annars - og hvussu við útsjónd yvirhøvur, um mannaskapta ávirkanin ikki var?
Hetta kann veruliga koma í eygsjón, áðrenn langt um líður. Koltur verður fyrsta stóra náttúrufriðøki og rannsóknarstøð í Føroyum - Føroya fyrsta náttúrureservat.
Ein stórhending, halda nógv. Og vit hava savnað nøkur teirra, sum standa fyri náttúrupartinum av hesi verkætlanini - at lata Koltur fáa frið.
Janus Hansen hevur yvirskipaðu leiðsluna av náttúrupartinum í Koltri. Kolbrún í Haraldsstovu er nýggi plantufrøðingurin á Tjóðsavninum, og hon hevur ábyrgd av tí partinum. Jón Aldará er lívfrøðingur á Tjóðsavninum og hevur ábyrgd av fuglateljingunum.
Hoyr áhugaverda prátið við tey um lítla Koltur, sum kann gerast ein altjóða stórhending.
