- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Ímynda tær, at írsku munkarnir, sum komu til Føroya 5-600 ár eftir Kristi Føðing - kanska ikki vóru teir fyrstu, sum setti fótin á føroyska jørð?
Ímynda tær, at Føroyar longu áðrenn Kristi Føðing var eitt væl umtókt ferðamál millum egyptiskar pílargrímar?
Ímynda tær, at tað, sum egyptisku pílagrímarnir komu higar at tilbiðja, var ein egyptiskur farao, sum varð fongslaður og síðani jarðaður her - fyri 3500 árum síðani í eini pyramidu, sum enn stendur sum eitt fjall í Suðuroy?
Tað ljóðar púra burturvið - í besta føri sum ein konspiratiónsteori.
Men sambært einum skotskum breta, so eru prógv, ið kunnu benda á, at longu áðrenn Kristi føðing komu prestar higar at tilbiðja.
Oyggin hjá Plutarch
Maðurin eitur Damian Beesson Bullen, og hann hevur tað ikki úr ongum.
Hann vísir millum annað á ein næstan 2000 ára gamlan grikskan tekst frá Plutarch.
Teksturin, sum lýsir eina oyggj, sum minnir rættiliga nógv um Føroyar, kann lesast her.
Damian Beeson Buller steðgar ikki har. Hann heldur seg enntá kunnað prógvað, at íbúgvarnir, sum komu higar at tilbiðja, eru útisetar frá Hyksos-fólkinum, sum vóru upprunaliga vóru egyptar.
Og tað, ið teir tilbóðu, er ein egyptiskur farao, sum skal liggja grivin í Kirvi, sum er eitt fjall í Suðuroy.

Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.









