- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Eivør Pálsdóttir er nakað fyri seg.
Tað er breið semja um, nú hon hevur fingið tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Nón viðgjørdi Eivør og hennara tónleik. Vit tosaðu við Eivør, dagen derpå, og vit fingu gestir á gátt.
Mikael Blak hevur spælt saman við Eivør øll árini, síðan tey byrjaðu heilt ung. Hann kemur at tosa um, hvussu tað er at samstarva við Eivør, og hvussu hon er komin so langt.
Sunleif Rasmussen, komponistur, hevur sjálvur fingið virðislønina, og saman við Urd Johannesen, ummælara, og Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingi, viðgera vit Eivør og hennara yrkisleið sum tónlistafólk.
Hoyr alla sendingina her.

Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.









