- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

"Vit eiga at skapa betri sambond millum norðurlond, Kanada og restina av norðurøkinum". Tað heldur Daniel Chartier, professari á lærda háskúlanum fyri Quebéc í Montréal.
Hann stendur á odda fyri verkætlan, sum skal fáa fleiri norðurlendskar bøkur umsettar til franskt. Verkætlanarbólkurin byrjaði við at fáa umsett nakrar grønlendskar bøkur, og tað eydnaðist so væl, at bólkurin nú er farin undir at umseta føroyskar bókmentum til franskt. Daniel Chartier samstarvar við Maluna Marnersdóttir, professara á Setrinum, um hetta, og hon hevur í tí sambandi júst givið út eina føroyska bókmentasøgu á fronskum.
Endamálið við verkætlanini er eisini at skapa betri sambond millum Føroyar og Quebec, tí vit hava nógv til felags - bæði eina søguliga støðu sum minnilutar og felags virðir sum eitt nú frælsi og javnrættindi. Harumframt líkjast okkara vælferðarskipanir, og hesi virðir eiga vit at standa saman um at verja, heldur Daniel Chartier.
Lurtið eftir samrøðuni við Daniel Chartier.
