- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Lykkenborg, sum er heiti á nýskrivaðum leiki, sum leikbólkurin Det Færøshe Compagnie hevur arbeitt við í nøkur ár. Leikurin er søgan um ein føroyskan orginal, Pól Jóhannes Poulsen, eyknevndur Lykken. Vit hitta leikstjóran og pallsniðgevan til eitt prát um leikin og orginalin.
Mikukvøldið var orgul-konsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry. Latry spælir stórar konsertir kring allan heimin, umframt at hann er ein av høvuðsorgulleikarum í Notre Dame dómkirkjuni í París. Vit hava tosað við Olivier.
Og so tekur Høgni Djurhuus samanum vikuna, ið fer í Høgnatáttinum.

Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.









