- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Hvussu kann gransking gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu kann vinnulívið gagna granskingini.
Tað er evnið á ráðstevnu við heitinum "Vitan, vinna og visjón", sum verður í Kongshøll fríggjadagin. Tað eru Tórshavnar Kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, ið skipa fyri.
Nón prátar við Sóley H. Hammer, umsitara í Hugskotinum, og Tórheðin Jónsveinsson Jensen, marknaðarleiðara í Varðin-samtakinum um hetta. Tórheðin hevur eisini skriva ph.d. um, hvussu vitan og gransking verður nýtt í alivinnuni og fiskivinnuni, og hvussu menningartilgongdir henda í hesum vinnum. Tey sita eisini bæði í nýstovnaða "Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan"

Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.









