- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá hava ment nýggja sonevnda ljóðslóð, ið varpar ljós á læknastríðið. Ljóðslóðin er eitt ferðavinnutilboð, ið samantvinnar frásagnir og slóðir, ið til ber at ganga ella koyra runt um í Klaksvík.
Ljóðslóðin er ment við stuðli frá Norðoya Kunningarstovu, Klaksvíkar Kommunu og Visit Faroe Islands, og er serliga ætlað ferðafólki, men eisini føroyingum. Í fyrstu syftu verður ljóðslóðin royndarkoyrt ókeypis á føroyskum.
- Vit halda, sum heild, at tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík, tí fóru vit undir ljóðslóðina. Læknastríðið er ein óvanlig, spennandi og áhugaverd søga, sum nemur við fleiri stór, almen samfelagslig evnir. Tí er søgan áhugaverd bæði fyri føroyingar og útlendingar at hoyra, halda stigtakararnar. Hetta er eisini ein roynd at líta aftur á okkara egnu søgu fyri at skilja samtíðina í dag, siga tey.
Frásagnirnar eru bygdar á eina rúgvu av keldum um læknastríðið. Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá eru varug við, at læknastríðið er eitt viðkvæmt evni. Tað hava tey tikið hædd fyri við millum annað at granska evnið væl, og lagt dent á at frásagnirnar eru fjølbroyttar, reflekterandi og umboða ymisk sjónarhorn.
Lurtið eftir samrøðuni við Jóhannu Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá sum greiða frá nýggju ljóðslóðini.

Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.









