- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Vanliga tosa vit um politikk, tá vit tosa um loysing. Men hvørjar kenslur liggja í spurninginum um loysing og spurninginum um Ríkisfelagsskapin? Tað er serliga hetta, sum fólkini aftan fyri nýggja norðurlendska leikin "Løsrivelsen" vilja kanna.
- Kjakið um loysing er ofta hart, men nógv verður ikki tosað um, hvørjar kenslur liggja aftan fyri politisku útsagnirnar, og tað vilja vit kanna í hesum leikinum, siga Daniel Wedel, leikstjóri og Mariann Hansen, leikari.
Leikurin er eitt norðurlendskt samstarv millum sjónleikahúsið Paradox, Katuag í Nuuk, Norðurlandahúsið, Odense Teater og Kolding Egnsteater.
Tað eru Vivi Sørensen og Daniel Wedel, ið hava skrivað leikritið og gjørt dramaturgiina, og Egill Palsson og Daniel Wedel leikstjórna.
Martin Eriksson stendur fyri pallsmíði og búnum, og Durita Sumberg og Henrietta Rosenbeck eru framleiðarar.
Sjónleikarar eru Karina Møller, Mariann Hansen, Mohamed Ali Osman og Henriette Rosenbeck.
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" hevur frumframførslu 4. juni í Nuuk, og verður leiktur í Norðurlandahúsinum 16.-18. juni.
