- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

- Hetta er í grundini fyrstu ferð, síðan eg var 18, at eg havi fasta mánaðarløn í langa tíð.
Ria Tórgarð hevur fingið listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins í trý ár, og hennara ætlanir eru nógvar og rúgvusmiklar.
Í yvirskriftum fer hon at skriva nýtt tilfar til pall. Hon fer at arbeiða við at flyta tilfar frá palli til film. Hon fer at arbeiða við at menna ungar leikarar. Og so hevur hon ætlanir um at skapa karmar um eitt palllistarligt umhvørvi uttan fyri Havnina.
Hetta síðsta er ein gamal dreymur, sum hon nú fer at gera ítøkiligan.
- Maðurin mín Búi og eg keyptu eini gomul hús í Miðvági. Tað eru faktiskt húsini hjá ommu og abba mínum. Eitt stórt fjós í tveimum hæddum hoyrir til húsini, og beinanvegin eg kom inn í hetta fjósið, sá eg, at hetta kann blíva til eitt perfekt lítið spælistað. Eitt eksklusivt spælistað eitt sindur burtur frá høvuðsstaðnum.
Hoyr alla samrøðuna við Riu Tórgarð her.
