- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Í 1982 var felagið Sinnisbati sett á stovn, og hevur síðani arbeitt fyri rættindunum hjá fólki við sálarsjúku í Føroyum.
Nú á 40-ára føðingardegnum kom bók út um virksemið hjá felagnum og um føroysku sálarsjúkusøguna. Hugt verður millum annað aftur í søguna hjá teimum umleið 300 føroyingunum, sum frá 1890 til 1969 noyddust av landinum til viðgerðar, tí umstøður vóru ikki til tað í Føroyum. Tey komu til eitt fremmant land, innløgd millum fremmand fólk, har málið eisini var fremmant, og fleiri teirra komu ongantíð heim aftur. Eisini eru samrøður í bókini við fyrrverandi starvsfólk um umstøðurnar tá og um tíðina, tá ið føroyskir sjúklingar komu heim úr Danmark og vórðu innlagdir á Statshospitalið í staðin.
- Lítið er skrivað um sálarsjúkur í Føroyum og tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið, sum eisini má raðfestast hægri politiskt, heldur Grækaris Djurhuus Magnusen, sum hevur skrivað bókina.
Tað hevur ligið frammarlaga hjá felagnum Sinnisbata at avstigmatisera og avtabuisera tað at hava sálarsjúku, og amboðini hava verið mong, millum annað fyrilestrar, altjóða sálarheilsudagurin
og upplýsingar og viðmerkingar í miðlunum.
Grækaris Djurhuus Magnussen vónar, at bókin fer at stuðla undir hesum virkseminum hjá Sinnisbata, so umstøðurnar hjá fólki í Føroyum, ið dragast við sálarligar avbjóðingar, verða enn betri.
