- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Leikurin Lykkenborg gongur fyri fullum húsum í Listastovuni í Miðvági. Hvussu gert tú ein leik um eina villiniborg og um tað serstaka menniskja, sum bygdi hana. Í dag ummæla vit leikin í Nón, og til tað hava vit fingið Súsonnu Tórgarð og Katrin Joensen Næs.
Íslendski rithøvundurin, Einar Már Gudmundsson, vitjar í Føroyum um dagarnar. Einar var í Føroyum sum ungur, og tað hevur sett dám á hansara lívsleið. Nýggjasta yrkingasavn hansara "Til rætta viðkomandi" er júst umsett til føroyskt, og vit tosa við Einar Már Guðmundsson seinni í sendingini.
Hoyr alla sendingina her.

Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.









