- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson hava síðan 2017 arbeitt miðvíst við eini nútíðar bók um fuglar í Føroyum. Bókin hevur heiti ’Fuglar okkara’ og lýsir í teksti og myndum øll villini fuglasløg, sum skrásett eru í Føroyum.
Endamálið við stórverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið og birta áhugan fyri Fuglum í Føroyum. Bókin er eisini ætlað sum hjálp at eyðmerkja fuglar og hóskar seg væl sum tilfar til undirvísing í skúlum og á stovnum, siga høvundarnir.
Bókin hevur nógvar vakrar og forkunnugar myndir, ið Silas Olofson hevur tikið meginpartin av, og tær vísa bæði fuglarnar og teirra atburð. Fyri øll fuglasløg er tekstur um at greina fugl, um livihátt, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum.
Bókin verður á marknaðinum um leið 1. oktobur í ár, men ber longu nú til at keypa á heimsíðuni hjá Sportanum, sum gevur út. Hetta tí bókin er sera dýra at prenta.
Lurtið eftir samrøðuni við Jóruna Pólsdóttir, sum fortelur um bókina og arbeiðið at gera hana.
