- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, so er at hvessa pennin, tí nú hevur tú møguleikan at seta orð á títt gerandislív.
Sjúkrarøktaretiska Ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, har endamálið er at fáa lýst kompleksa gerandisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum oftast er merktur av, at ymisk virðir koma í spæl og at hesi viðhvørt koma í stríð við hvørt annað.
- Hetta er partur av arbeiðnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum vit ikki hoyra so nógv um, men sum fyllir nógv og hevur stóran týdning fyri bæði sjúkrarøktarfrøðingarnar, sjúklingarnar og tey avvarðandi. Tí vóna vit, at hendan stuttsøgukappingin fer at eggja fleiri sjúkrarøktarfrøðingum til at greiða frá støðum og søgum úr teirra arbeiðisdegi.
Treytirnar fyri at luttaka eru, at tann sum skrivar, er sjúkrarøktarfrøðingur, at stuttsøgan endurspeglar nútíðarsamfelagið og er skrivað á føroyskum máli.
Longdin á innsendu stuttsøguni skal verða millum 7 - 10 A4 síður, og skal latast inn umvegis teldupost á etikkur@sjukrarokt.fo í seinasta lagi sunnudagin 16. Oktober 2022 á midnátt
Ein dómsnevnd metir um søgurnar, og virðisløn á 5000 verður latin fyri bestu søguna.
Til ber at lesa meira um kappingina á www.sjukrarokt.fo.
