- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

31. oktober eru 500 ár liðin, síðani Martin Luther setti skjøtil á trúbótina, eina viku seinri, hin 7. november, verður kirkjuráðsval í Føroyum, og í stjórnarskipanaruppskotinum, sum varð lagt fram herfyri, stendur, at kristnitrúnnið skal vera veittar serligar sømdir.
Og við yvirskriftini Føroyar sum kristin tjóð viðgera og umrøða vit hesar og aðrar spurningar komandi sløku tveir tímarnar.
Hvat er á skránni sunnudagar...? Vit støkka inn á gólvið hjá Astrid og Sámal Júst Ziska Dahl áðrenn tey fara í kirkju, eins og aftaná kirkjugongdina, samstundis sum vit eisini fara við teimum í kirkju.
Jákup Reinert Hansen er ph.d., lektari í kirkjusøgu. Og saman við Jákupi umrøða vit eitt nú hvønn týdning kristnitrúgvin hevur í føroyska samfelagnum.
Eru Føroyar ein kristin tjóð og hvat merkir tað, eru millum spurningarnar, ið vit seta Rólanti í Skorini, miðnámsskúlalærara í átrúnaði, og Sigri Gaini, kandidati í námsfrøðisligari heimsspeki.
Vit viðgera eisini eitt nú spurningin um munin á átrúnaði millum ættarliðini, tá vit tosa við Helga Eidesgaard, søgufrøðing, og Janni Egholm, ph.d., í átrúnaði og trúgv í Føroyum.
Hvør er arkitektoniski munurin millum føroyskar kirkjur og samkomuhús? Henda spurning seta vit Albert Isfeld, arkitekti.
Og tað er ikki á hvørjum degi, at ein gospelsangur røkkur ovastu rók á hittlistunum. Men tað gjørdist Dagsins klassikari, tá hann fyri 60 árum síðani gjørdist nummar eitt handan hav.
