- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Hvat er tað góða lívið og hvussu røkka vit hesum máli?
Fyrst skifta vit orð við Jógvan D. Hansen, heimsspeking, Magnus Gaard, lívfrøðing, og Gitte Klein, master í positivari psykologi.
Eisini fáa vit vitjan av Theodor Eli Dam Olsen, presti, sum vit eitt nú spyrja hvussu hann sum prestur vil seta orð á tað góða lívið.
Hvat siga hagtølini og liva vit tað góða lívið í Føroyum? Fyrst í seinra hálvleiki skifta vit orð við Magna Mohr, ið er formaður í Fólkaheilsuráðnum.
At arkitekturur ávirkar okkum er ongin loyna. Men hvat skulu vit hugsa um, tá arkitekturin og tað góða lívið skulu ganga hond í hond? Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Heidi Poulsen, arkitekti.
Í hvønn mun broytast lívsvirðini, tá tú gerst fongdur við álvarsliga sjúku? Hesu viðurskifti noyddist Niklas Heri Jákupsson at fyrihalda seg til, tá hann gjørdist álvarsliga sjúkur av strongd.
Eisini hava vit verið á gøtuni og spurt fólk, hvat tey halda eyðkennir tað góða lívið, samstundis sum lurtarin hevði høvi at skriva til Nón við sínari hugsan um tað góða lívið.
