- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Nú grønlendingar í dag fara til valborðið, er evnið í dagsins TemaTýsdegi, Grønland.
Nær kemur Grønland undir donsku krúnuna? Og hvat merkti einahandilin og avbyrgingarpolitikkurin fyri Grønland? Hesar og aðrar spurningar seta vit Erlingi Isholm, søgufrøðingi.
Gestur Hovgaard er leiðari á deildini fyri samfelag, búskap og journalistik á universitetinum í Nuuk. Vit spyrja Gest um valið og nútíðarpolitiska landslagið í Grønlandi.
Tordur Niclasen og konan Sigrun Gunnarsdóttir hava í fleiri umførum búð í Grønlandi. Og í dag sláa vit uppá tráðin til Tord, sum í løtuni starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur í Eysturgrønlandi.
Hvørji kor hava grønlendsk børn í dag? Hesar og aðrar spurningar seta vit Ann Andreasen, leiðara á Barnaheiminum í Uummannak.
Og vit fara eisini at fregnast um vinnulív og búskap, tá Brian Smedemark, ið áður hevur verið deildarstjóri í TelePost Grønland, kemur á gátt.
Tú kanst hoyra sendingina her!
