- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Vit frætta um leikin, Veitslan, ið Marita Dalsgaard leikstjórnaði í Føroyum í 2015, og sum nú verður settur á pall á Betty Nansen sjónleikarhúsinum í Keypmannahavn.
Vit vitja listakvinnuna, Elin Josefinu Smith, sum í hesum døgum er í Føroyum og fyrireikar framsýning við heitinum, Sorg, sálarkvøl og heimloysi í Smiðuni í Lítluvík.
Ungi høvundin, Beinir Bergsson, fekk farna sunnudag fyrstu Ebbu-virðislønina, ið verður handað ungum, gávaðum høvunda. Vit práta við hann um yrkingasavnið Tann lítli drongurin og beinagrindin, um sorg og tað at skriva seg úr sorgini.
Og Elin Heinesen umrøður Sansalabyrintina, sum í hesum døgum verður framførd á Tjóðpalli Føroya.

Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.









