- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Í ár eru 20 ár liðin síðani fullveldissamgongan varð skipað, og tískil tekna vit eina vangamynd av Føroyum í 1990 árunum - og vit byrja við einari skjóttsagdari snarferð um landið.
Nítiárini vóru eitt sera turbolent tíðarskeið í føroyskari nútíðarsøgu. Og saman við Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi, viðgera vit eitt nú bankakreppurnar og viðurskiftini Føroyar og Danmarkar millum.
Hvør var klædnamótin í 1990 árunum? Henda spurning greina vit saman við Katrinu í Geil, designara m.a.
Í seinra tímanum fer Jógvan Isaksen at nema við føroyskar bókmentir í 1990 árunum, og honum á baki er evnið fullveldissamgongan, tá vit - saman við Høgna Hoydal úr Tjóðveldi, Bjarna Djurholm úr Fólkaflokkinum, Jóannesi Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, fara at skifta orð um eitt nú endamál og úrslit.
Tú kanst hoyra sendingina her!
