Nón

TemaTýsdagur - Kreppuár og fullveldisdreymar
18-09-2018
1990 árini vóru sera hendingarík í Føroyum, og vit viðgera m.a. bankakreppurnar og hvør atvoldin var til búskaparligu støðuna og fullveldisgongdina

Í ár eru 20 ár liðin síðani fullveldissamgongan varð skipað, og tískil tekna vit eina vangamynd av Føroyum í 1990 árunum - og vit byrja við einari skjóttsagdari snarferð um landið.
Nítiárini vóru eitt sera turbolent tíðarskeið í føroyskari nútíðarsøgu. Og saman við Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi, viðgera vit eitt nú bankakreppurnar og viðurskiftini Føroyar og Danmarkar millum.
Hvør var klædnamótin í 1990 árunum? Henda spurning greina vit saman við Katrinu í Geil, designara m.a.
Í seinra tímanum fer Jógvan Isaksen at nema við føroyskar bókmentir í 1990 árunum, og honum á baki er evnið fullveldissamgongan, tá vit - saman við Høgna Hoydal úr Tjóðveldi, Bjarna Djurholm úr Fólkaflokkinum, Jóannesi Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, fara at skifta orð um eitt nú endamál og úrslit.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.

Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
 

Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022