- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Jørundur hundadagakongur er jubileumsleikur, nú Havnar Sjónleikarfelag fyllir 100 ár. Birna Heinesen og Barbara í Stórustovu, dramaturgar, ummæla leikin.
Tiltakið Hoyma verður um vikuskiftið. Vit fregnast hjá fyriskiparanum Sigvør Laksá og Jón Tyril.
Øssur Johannesen hevur í hesum døgum listaframsýning á Psykiatrisk Center Amager, og samstundis er útkomin bóklingur við teimum 38 verkunum á framsýningini. Kinna Poulsen listaummælari kemur at ummæla útgávuna fyrst í seinna tímanum.
Og Tummas Jákup Thomsen hevur myndlistaframsýning í Myndlist. Vit hitta listamannin í framsýningarhølunum.
Huldufólk er spennandi og óhugnaligur sjónleikur á tjóðsavninum til børn úr 2. flokki. Sóleyð Danielsen leikstjóri vitjar í útvarpsstovuni síðst í sendingini.
Sendingin kann hoyrast her

Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.









