- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

- Tað vóru fleiri, sum søgdu, at vit høvdu besta ískotið!
270 íleggjarar lýddu á, tá ið Tórfinnur Jákupsson, filmshøvundur, og Jón Hammer, framleiðari, royndu at sannføra serkøn á filmsfestivalinum Berlinale um, at júst teirra verkætlan er verd at stuðla.
Berlinale er altjóða filmsfestivalur, sum fer fram í Berlin í hesum døgum. Umframt at ymsar virðislønir verða lætnar, er hetta eisini ein stevna, har nýggjar filmsverkætlanir verða lýstar, samstundis sum roynt verður at fáa fígging ella stuðul.
Millum teirra, sum eru í Berlin, er Tórfinnur Jákupsson, filmshøvundur, sum hevur skrivað filmshandritið til TROM, sum er ein føroysk krimi-sjónvarpsrøð í átta pørtum. Hon er úrvald millum bara 10 aðrar at vera løgd fyri íleggjarar.
Tórfinnur vil ikki heilt avdúka enn, hvat er fingið burturúr, men hann sigur kortini, at fyrstu avtalurnar eru um at koma í hús.
- Vit vænta, at fyrstu avtalurnar eru upp á pláss innan stutta tíð. Fleiri hildu, at hetta verður tann næsta stóra norðurlendska krimirøðin, sigur Tórfinnur Jákupsson millum annað í hesi samrøðuni úr Berlin.
Tórfinnur hevur arbeitt við hesi verkætlanini síðan hann var ungur og arbeiddi á fiskavirkinum í Gøtu. Hann hevur lisið og búð 10 ár í London, men fór aftur til Føroya at fáa verkætlanina til veruleika.
TROM byggir á krimiskaldsøgur hjá Jógvani Isaksen. Gongur sum ætlað verður farið at filma komandi ár.
Hoyr samrøðuna við Tórfinn Jákupsson her.
