- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Farnu vikuna hevur høvið verið at sæð sjónleikin Deyðadansur 3.0, sum Teaterbólkurin Tvazz úr Føroyum, Teatergrad úr Danmark, og Teater Insite úr Svøríki, hava lagt úr hondum.
Og saman við Maritu Dalsgaard og Birnu Heinesen ummæla vit leikin.
FemiFagnaður 2019 er eitt av tiltøkunum, nú tað stundar til Altjóða kvinnudagin. Vit skifta orð við tveir av fyrireikarunum, nevniliga Hervør Pálsdóttir og Sunnuva Háberg Eysturstein, umframt Marnu Jacobsen, sum fer at lesa upp til tiltakið Orð & kyn.
Skal samfelagið skifta fortekn er heitið á 8. mars tiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Vit tosa við tveir av fyrireikarunum - nevniliga Rønn Eliasen og Kristinu Gry Berg.
Tveir av luttakarunum á nevnda tiltaki eru Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum, og Tóra Petersen, sálarfrøðingur. Hanna og Tóra vitja um runda borðið í seinra tímanum.
Orð, mynd og veruleiki er heitið á nýggjari bók, sum Malan Marnersdóttir hevur ritstjórnað. Vit fáa orðið á ritstjóran.
Tú kanst hoyra sendingina her!
