- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Hesir eru millum spurningarnir vit viðgerða í dagsins tematýsdegi í Nón um vegetarismu.
Vit tosa við ein vegetar um, hví hann gjørdist vegetarur og hvønn týdning hetta hevur havt fyri lívið og gerandisdagin.
Snorri Patursson, kostfrøðingur, hugleiðir um millum annað hvørji sløg av vegetarum fólk eru, um mettu og proteinir, um kynsbundnan mat og um status innanfyri matvørur.
Vit tosa við danska professaran og granskaran Jan Tind Sørensen um, hvussu djóravælferðin er í kjøtframleiðsluni í okkara parti av heiminum, og Elisabeth Skarðhamar Olsen, ph.d. lesandi um hvussu nógv CO2 kjøtframleiðslan í heiminum útleiðir, og hvussu stóran mun ger tað fyri umhvørvið heldur at eta grønmeti enn kjøt.
Jóhanna á Tjaldrafløtti lærir Gunnar Nolsøe at gera tveir leskiligir vegetarrættir, og so kemur Jóan Pauli Joensen, professara í útvarpsstovuna at tosa um søguliga føroyska matmentan.
